Farið til innihaldið
Fáið tykkara agent
Valmynd
Fáið tykkara agent

0 · 495 · úr 1.995 kr. um mánaðin uttan MVG · hýsing íroknað · ongin bindingartíð

Nýggj heimasíða · Hýsing · Dagføringar við telduposti

Nýggja heimasíðu, og ein, ið heldur hana dagførda.

Vit sniðgeva og gera tykkara nýggju heimasíðu, skriva tekstirnar og klárgera myndirnar. Síðani heldur tykkara egni agentur hana dagførda — sendi ein teldupost við tí, tit vilja hava broytt, og tað er gjørt.

  • 0 · 495 · úr 1.995 kr./mánaðin uttan MVG
  • Hýsing íroknað
  • Eingin binding
  • Einki stovningargjald

Onnur heimasíðutól geva tykkum eina skipan at læra. Vit geva tykkum ein agent.

Ongin innritan. Ongin ritil. Ongar vegleiðingar. Sendi bara ein teldupost við tí, tit hava tørv á, og tað er avgreitt.

Við einum heimasíðutóli

  • Lærið ritilin at kenna
  • Minnist til loyniorðið
  • Lesið vegleiðingina
  • Fáið ískoytisforritið at virka
Óneyðugt

Hjá Agentinum

Til
Tykkara agent
Evni
Summarmatarskrá

Hey! Kundi tú lagt summarmatskránna inn á heimasíðuna? Hon er viðheft.

✓ Avgreitt. Tað er alt, tit skulu gera.

  • Evni: Nýggjar upplatingartíðir
  • Evni: Okkara summarmatarskrá
  • Evni: Myndir frá tiltakinum
  • Evni: Vit søkja starvsfólk
  • Evni: Nýggir prísir frá januar
  • Evni: Stongt í feriuni
  • Evni: Nýggja vøran hjá okkum
  • Evni: Nýggjur toymislimur

Soleiðis virkar tað

Trý stig til eina nýggja heimasíðu.

  1. Fortel okkum um tykkara virksemi.

    Fyll oyðublaðið út. So tosa vit um, hvat tykkum tørvar.

  2. Vit gera tykkara nýggju heimasíðu

    Snið, tekstir, myndir og SEO. Tit góðkenna alt, áðrenn síðan verður løgd út. Vit hýsa henni.

  3. Sendi tykkara agenti boð, tá ið okkurt skal broytast

    Nýggjar tíðir, nýggj matskrá ella nýggjar myndir? Sendi tykkara agenti ein teldupost, og tað er avgreitt.

Hvat er íroknað

Alt er íroknað. Eitt fast mánaðargjald.

Tykkara nýggja heimasíða, og alt hon hevur tørv á fyri at virka sum hon skal.

  • Nýggj heimasíða, sniðgivin til tykkara

    Gjørd til tykkara virki. Tekur seg væl út á øllum skíggjum — fartelefon, teldil og telda.

    Íroknað
  • Tekstir skrivaðir til tykkara

    Vit skriva tekstirnar. Tit góðkenna teir.

    Íroknað
  • Myndir klárgjørdar til netið

    Sendi okkum myndirnar, tit hava. Vit syrgja fyri, at tær taka seg best út.

    Íroknað
  • Hýsing

    Skjót og trygg. Einki tøkniligt, sum tit skulu standa fyri.

    Íroknað
  • Dagføringar við telduposti

    Sendi tykkara agenti boð um, hvat skal broytast. Tað er avgreitt.

    Íroknað
  • Sjálvvirkandi SEO

    Sett upp soleiðis, at fólk finna tykkum á Google.

    Íroknað
  • Skiljiligt fyri AI-hjálparar

    Gjørt so ChatGPT og AI-svørini hjá Google lætt skilja síðuna.

    Íroknað
  • Alt saman: Úr 495 kr./mánaðin

    Sí prísir

Tykkara agentur hevur eyguni opin

Vit bíða ikki eftir telduposti frá tykkum. Tykkara agentur er eisini framfúsur.

Tykkara agentur heldur eyga við heimasíðuni hjá tykkum — og sigur frá, tá ið okkurt eigur at broytast.

  1. Hvønn mánað

    Mánaðarfrágreiðing

    Ein stuttur teldupostur: hvussu nógv vitjaðu, hvat tey lósu, hvaðani tey komu, hvat vit broyttu — og eitt uppskot.

  2. Undan hvørjari árstíð

    Árstíðaráminningar

    Undan jólum, páskum ella summarfrítíðini spyrja vit, um upplatingartíðir, matskrár ella prísir eiga at broytast.

  3. Støðugt

    Dagføringareftirlit

    Vit varnast tað, sum er vorðið ov gamalt — prísir frá í fjør, gomul tíðindi, farin tiltøk — og mæla til eina dagføring.

  4. Regluliga

    Tøkniligt eftirlit

    Vit kanna sambandsoyðublaðið hjá tykkum, leinki, ferð og endurnýggjan av økisnavni, so einki fer úr lagi, uttan at tit varnast tað.

  5. Regluliga

    Sjónligheit á Google og AI

    Vit kanna, um Google og AI-hjálparar lýsa tykkara fyritøku rætt, og rætta tað, sum er skeivt.

  6. Tá ið vit síggja ein møguleika

    Hugskot, uttan at tit biðja um tað

    Betri myndir á einari vælumtóktari síðu, ein partur, sum fólk leita eftir — tá ið vit síggja tað, mæla vit til tað.

Prísur

Trýggir pakkar. Ein agentur.

Vel pakkan sum passar best til tykkara tørv. Hýsing er við í øllum pakkum. Einki stovningargjald. Eingin bindingartíð.

ÓkeypisPakki 1

0kr.
/mánaðin

Ein einføld lendingarsíða

  • Ein síða, liðugt snið
  • Á navn.agenturin.fo
  • Hýsing
  • Skiljiligt fyri AI-hjálparar
Fáið eina ókeypis síðu

VanligPakki 2

495kr.
/mánaðin

Ein vanlig heimasíða, sniðgivin til tykkara

  • Upp í 20 síður ella partar
  • Sniðgivin til tykkara
  • Tekstir skrivaðir til tykkara
  • Tykkara egna økisnavn
  • Hýsing
  • Dagføringar við telduposti
  • Sjálvvirkandi SEO

Eingi tíðindi, bloggur ella størri funkur.

Bíleggið tykkara agent

StórPakki 3

For your eyes only

úr1.995kr.
/mánaðin

Størri heimasíða, altíð dagførd

  • Upp í 50 síður (møguleiki fyri meira)
  • Nýggj heimasíða, sniðgivin til tykkara
  • Tekstir skrivaðir til tykkara
  • Myndir klárgjørdar til netið
  • Tíðindi og bloggur
  • Tykkara egna økisnavn
  • Hýsing
  • Dagføringar við telduposti
  • Sjálvvirkandi SEO
  • Skiljiligt fyri AI-hjálparar
Bíleggið tykkara agent

Allir prísir eru uttan MVG. Sigið upp, nær tað skal vera — haldið steðgar við mánaðarlok, sum tit longu hava goldið fyri. Størri verkætlan? Vit senda tykkum eitt fast tilboð.

Pro bono

Almannagagnligt

Tit hjálpa øðrum. Vit hjálpa tykkum – ókeypis.

Ítróttarfeløg, vælgerandi felagsskapir og onnur almannagagnlig feløg fáa Pakka 3 — alla heimasíðuna, hýsing og dagføringar við telduposti — uttan kostnað.

Søkið um Pakka 3
Hendur skriva ein teldupost á eina farteldu við eitt ruddiligt skrifborð
Tykkara agentur · Licensed to update Kennir tykkara heimasíðu. Tekur sær av tykkara dagføringum.

Tykkara agentur — licensed to update.

Ein, sum kennir tykkara heimasíðu og tekur sær av tykkara dagføringum.

Tá ið tit tekna hald, fáa tit tykkara egna agent. Tykkara agentur ger tykkara nýggju heimasíðu saman við tykkum og kennir hana innan og uttan. Tá ið okkurt skal broytast, senda tit tykkara agenti ein teldupost — og tað er avgreitt.

  • Kennir tykkara heimasíðu og tykkara virki
  • Lesur og svarar tykkara teldupostum
  • Ger broytingarnar og sigur frá, tá ið tær eru komnar út
  • Heldur tekstir, myndir og SEO við líka
Niklái Nysted, stovnari av Agenturin

Hvør stendur aftan fyri Agenturin.fo

Fleiri enn 1.000 heimasíður.Ein trupulleiki, sum alsamt vendi aftur.

Eg eiti Niklái Nysted. Eg havi ment fleiri enn 1.000 heimasíður á míni yrkisleið, og eg sá alsamt tað sama henda: Ein fyritøka fær eina vakra, nýggja heimasíðu, útgávudagurin er frálíkur – men síðani hevur eingin tíð at dagføra hana. Upplatingartíðirnar passa ikki longur, tíðindini steðga, og so líðandi verður hon ein deyð heimasíða.

Agenturin er mítt svar upp á hetta. Tit fáa eina nýggja heimasíðu og onkran, sum heldur lív í henni fyri tykkum. Tit senda bara ein teldupost við tí, sum skal broytast.

— Niklái Nysted, stovnari

Spurningar og svør

Vanligir spurningar.

Hava tit ein annan spurning? Spyrjið í oyðublaðnum niðanfyri.

Dagføra tit mína verandi heimasíðu?

Nei — vit byggja tykkum eina nýggja heimasíðu á okkara palli, og hýsa og røkja hana fyri tykkum. Dámar tykkum sniðið á núverandi heimasíðuni hjá tykkum, kunnu vit byggja ta nýggju við støði í tí og føra útsjóndina víðari so neyvt sum gjørligt.

Hvussu stór kann heimasíðan vera?

Vanligi pakkin fevnir um upp í 20 síður, og stóri pakkin um upp í 50 (møguleiki fyri meira) – umframt allar vanligar dagføringar: nýggir tekstir, myndir, upplatingartíðir, matskráir, tíðindi, og at seta nýggjar síður inn ella skifta síður út. Er heimasíðan størri, ella tørvar henni eina størri umlegging, senda vit tykkum eitt fast tilboð, áðrenn vit fara í gongd.

Hvussu biði eg um broytingar?

Sendi tykkara agenti ein teldupost. Sigið frá, hvat skal broytast, og leggið myndir við, um tit hava nakrar. Tykkara agentur ger broytingina og sigur frá, tá ið hon er komin út.

Kann eg siga haldið upp?

Ja. Tit kunnu siga upp, nær tað skal vera — haldið steðgar við mánaðarlok, sum tit longu hava goldið fyri. Eingin bindingartíð er. Tykkara heimasíða er tykkara egna: fara tit frá okkum, fáa tit eitt fullfíggjað avrit av henni — allar síður, snið og myndir í einari zip-fílu — so tit kunnu flyta hana hvar sum helst.

Er nakað stovningargjald?

Nei. Tit betala bert mánaðargjaldið fyri tykkara pakka, uttan MVG — 0, 495 ella úr 1.995 kr. Alt, sum er nevnt undir tykkara pakka, er íroknað.

Kann eg brúka mítt egna økisnavn?

Ja. Tað stendur framvegis í tykkara navni — vit knýta tað at tykkara nýggju heimasíðu.

Hvat merkir ”skiljiligt fyri AI-hjálparar”?

Nógv fólk spyrja nú ChatGPT ella AI-svørini hjá Google ístaðin fyri at leita. Vit gera tykkara heimasíðu soleiðis, at hesir hjálparar lættliga skilja, hvat tit bjóða, hvar tit eru, og nær tit hava opið.

Ongin kann tryggja eitt pláss í svørunum hjá teimum. Vit tryggja, at tykkara virki er lætt at skilja.

Gera tit eisini annað enn heimasíður?

Ja. Vit sniðgeva og byggja eisini sergjørdar skipanir, t.d. automatisering, AI, appir og spøl. Tit fáa eitt fast tilboð.

Lesið meira um Serloysnir →

Samband

Bíleggið tykkara agent.

Fortel okkum um tykkara virki. Vit seta okkum í samband við tykkum. Tað er óbindandi.

Teldupostur
hey@agenturin.fo
Prísur
0 · 495 · úr 1.995 kr./mánaðin uttan MVG
Hýsing
Íroknað
Stovningargjald
Einki
Bindingartíð
Eingin

Óbindandi.

Annað

Serloysnir

Tit vita, hvat skal loysast. Vit finna bestu loysnina.

Umframt heimasíður, sniðgeva og byggja vit sergjørdar skipanir. Fortel okkum um avbjóðingina — vit finna røttu loysnina og byggja hana.

Royndir við m.a.

  • Automatisering
  • Stórdata
  • Sjónbands- og ljóðpallar
  • Sersmíðað og vant AI
  • Spøl
  • Appir og pallar

Fortel okkum um avbjóðingina

Teldupostur
hey@agenturin.fo

Óbindandi.